JN

Freistir fyri flytingar 2017

...

2017-12-28 09:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Betri:Hesar eru freistirnar fyri flytingar, sum skulu vera móttakaranum í hendi innan árslok.

  • Vanlig flyting í sama peningastovni - fríggjadagin 29. desember kl. 18.30
  • Vanlig flyting millum peningastovnar - hósdagin 28. desember kl. 18.30
  • Flyting sama dag - fríggjadagin 29. desember kl. 11.00
  • Freist fyri skundflytingar veldst um, hvønn peningastovn tú flytir til. Tað er ymiskt fyri peningastovnarnar.
  • Skundflyting til Betri Banka - fríggjadagin 29. desember kl. 11.00

Lønarflytingar

  • Lønarflytingar, sum skulu vera móttakaranum í hendi fyri jól - hósdagin 21. desember kl. 14.00
  • Lønarflytingar, sum skulu vera móttakaranum í hendi innan árslok - hósdagin 28. desember kl. 14.00

GG! Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd, er eitt gott hugskot at gera serliga skundflyting og flyting sama dag í seinasta lagi hósdagin 28. desember, hóast freistin er fríggjadagin 29. desember.

Bank Nordik:Skalt tú flyta pengar, sum skulu vera móttakaranum í hendi áðrenn árslok, eru niðanfyri nevndu freistir galdandi - eisini um tú sjálv/ur gert flytingina í Netbankanum:

  • Vanligar flytingar: hósdagin 28. desember kl. 18.30
  • Flytingar sama dag: fríggjadagin 29. desember kl. 11*
  • Skundflytingar: freistin veldst um, hvønn peningastovn upphæddin skal flytast til, av tí at peningastovnarnir hava ymiskar freistir*
  • Flytingar til kontur í BankNordik: fríggjadagin 29. desember kl. 18.30*

Lønarflytingar

  • Lønarflytingar, sum skulu vera á kontu fyri nýggjár: hósdagin 28. desember kl. 14.00.

    Uttanlandsflytingar fyri nýggjár

    • Vanligar flytingar (SWIFT 02): 27. desember kl. 13.
    • Ekspress gjalding (SWIFT 01) við valøri 1 bankadag: 28. desember kl. 13.
    • Ekspress gjalding (SWIFT 00) við valøri sama dag: allan dagin 29. desember (eftir avtalu við Íløgudeildina)

    *Vilt tú hava vissu fyri, at flytingarnar eru móttakaranum í hendi rættstundis, mæla vit tær til at gera flytingina í seinasta lagi hósdagin 28. desember.

    Norðoya Sparikassi:Evstumørk fyri flytingar, sum skulu vera á kontu hjá móttakara í 2017

    Flytingar til annan peningastovn:
    ??? fyri "vanliga flyting" er evstamarkið 28. desember 2017 kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30)
    ??? fyri "flyting sama dag" er evstamarkið fríggjadagin 29. desember kl. 11.00 *
    ??? fyri "skundflyting" er evstamarkið bundið av reglunum hjá móttakandi peningastovni.

    Flytingar innanhýsis í Norðoya Sparikassa:
    ??? Fríggjadagin 29. desember 2017 kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30) .*

    Lønarflytingar:

    ??? Hósdagin 28. des. kl. 16.00.


    * Til tess at kunna rætta møguligar feilbókingar, verður tó mælt til at avgreiða flytingar av sløgunum "flyting sama dag" og "skundflyting" í seinasta lagi 28. desember. Hetta, tí tað gevur Norðoya Sparikassa møguleika at viðgera møguligar feilir og at avgreiða rættaða flyting tann 29. des.

    29. desember er seinasti avgreiðsludagur í 2017.

    Suðuroyar Sparikassi:Flytingar til annan peningastovn:

    ??? fyri "Vanliga flyting" er evstamarkið 28. desember 2017 kl. 16.00 (tó í netbankanum kl. 18.30)
    ??? fyri "Sama dag flyting" er evstamarkið fríggjadagin 29. desember kl. 11.00 *
    ??? fyri "Her og nú flyting/Skundflyting" er evstamarkið bundið av reglunum hjá móttakandi peningastovni. tó er ein Her og nú flyting vanliga á kontu hjá móttakara stutt eftir at hon er avgreidd, og kann gerast alt samdøgrið, allar dagar í árinum.

    Flytingar millum konti í Suðuroyar Sparikassa:
    ??? Fríggjadagin 29. desember 2017 kl. 16.00 (tó í Netbankanum kl. 18.30) .*

    Lønarflytingar:

    ??? Hósdagin 28. des. kl. 16.00.

    * Til tess at kunna rætta møguligar feilbókingar, verður tó mælt til at avgreiða "Sama dag flytingar" og "Her og Nú/Skundflytingar" í seinasta lagi 28. desember. Hetta soleiðis at tað gevur Suðuroyar Sparikassa møguleika fyri at viðgera møguligar feilir og at avgreiða rættaða flyting tann 29. des.

    29. desember er seinasti avgreiðsludagur í 2017

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    placeholder