JN

Freistin hjá ítróttafelagsskapum undir ÍSF at søkja um covid-19 stuðul

...

2021-06-09 10:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ítróttafeløg og sambondini innan ítróttin kunnu søkja um covid-19 stuðul fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 1. juli 2020 til 31. mai 2021, eftir at løgtingið í apríl oyramerkti 3,5 milliónir krónur til endamálið

Feløgini ella sambondini kunnu hava mist inntøkur ítróttatiltøk hava verið avlýst ella nógv avmarkað sum ein avleiðing av almennu covid-19 tilmælunum.

Umsóknirnar verða viðgjørdar við støði í ???Reglugerðini fyri stuðul til mistar inntøkur í samband við COVID-19 (hjálparpakki 2)???. Mista inntøkan verður ásett eftir miðalinntøkuni hjá einstaka ítróttafelagsskapinum fyri árini 2018 og 2019. Hægsta møguliga stuðulsupphædd er 250.000 krónur, og lægsti møguligi stuðul er 10.000 krónurTíðarskeiðið at søkja stuðul fyri mistar inntøkur er 1. juli 2020 - 31. mai 2021.

Ein uppgerð, sum ÍSF gjørdi í várgrundað á tøl frá føroysku ítróttafelagsskapunumvísti, at tey hetta tíðarskeiðið mistu umleið fýra milliónir krónur í inntøkum.

Sambondini undir ÍSF fingu í gjár tann 8. juni umsóknarskjal til covid-19 stuðulFreistin at søkja stuðulin er tann 27. juni 2021.

Í fjør fingu ítróttafeløg og sambond fýra milliónir krónur fyri mistar inntøkur í tíðarskeiðnum 12. mars - 30. juni 2020.

 

https://isf.fo/freistin-at-sokja-um-covid-19-studul-hjalparpakki-2-er-27-juni/

 

Ítróttasamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder