Tað verður einki rok fyri tað, um Sea Sheperd sleppur á pallin á Fólkatingi 18. november. "Bera tey seg ikki hampiliga at, verða tey koyrd út", sigur Sjúrður Skaale
Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi
Limir Fólkatingsins hava fingið túsundtals brøv frá Sea Sheperd við blóðugum myndum, har roynt verður at fáa danskar myndugleikar - løgreglu og rættarskipan - at halda uppat at verja grindadrápið.
Nógv hava ynskt at hoyra meira um hetta, og tí skipar Føroyanevndin, har Sjúrður Skaale er formaður, 18. november kl. 13:00 fyri hoyring um grindadráp á Fólkatingi.
Evnið verður lýst úr fleiri ymiskum sjónarhornum, og føroyingar standa fyri flestu av framløgunum.
Onkur hevur fýlst á, at tað heilsufrøðiliga ikki er við. Men tað er ikki fyri at fjala tann veruleika, at ávarað verður um vandan við at eta grind.
- Tað heilsufrøðiliga er eitt innlendis føroyskt mál, og eitt mál fyri tann einstaka. Tað, sum er viðkomandi fyri fólkatingslimir, er, at danskir myndugleikar verja sjálvt drápið.
Tað hevur eisini verið kritiserað, at Sea Sheperd eru boðin við til fundin.
- Hetta skilji eg væl, sigur Sjúrður Skaale. Tá ein veit hvussu hesi fólk bera seg at, kann tað vera sera óheppið at geva teimum ein slíkan pall. Tað var ikki í mínum upprunaliga uppleggi, og persónliga dámar mær tað ikki. Men tað var eitt sterkt ynski frá nevndini, sum eg havi eftirlíkað.
Sjúrður heldur ikki vanda verða fyri, at Sea Sheperd fer at gera nakra stóra "happening" burturúr - rætt og slætt tí tað sleppa tey ikki.
- Tey fáa 15 minuttir á talarastólinum. Tað er tað. Eg havi sjálvsagt boðað leiðsluni í húsinum frá at tey koma, og lúka tey ikki krøvini fyri atburði, verða tey koyrd út.
Freistin at melda til hoyringina er fríggjadagin 13. november kl. 13.00. ??ll eru vælkomin. Tað er bert at skriva navn og bústað til [email protected] og boða frá luttøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald