Ítróttur

Freestyle fótbóltur á Intersport Summar Cup 2017

...

2017-05-04 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv frá B36


Freestyle fótbóltur á Intersport Summar Cup 2017!

Í samband við ársins fótbóltsdag 2017, Intersport Summar Cup, fáa vit forkunnuða vitjan úr Danmark, tá freestyle fótbóltsleikararnir Lars Munck Petersen og Simon Atli Larsen frá MS Freestyle vitja.

- Vit gleðast um, at vit aftur í ár fáa vitjan av Lars og Simun, ið koma at vísa og læra luttakarunum nøkur ørðvísi fótbóltstricks, siga fyriskipararnir. 

Lars og Simon byrja dagin við at framføra eitt rimmar fótbóltsshow í samband við setanina. Seinni um dagin fara teir at skipa fyri einari freestyle fótbólt workshop, har luttakararnir kunnu læra fótbóltstricks og spæla pannafótbólt ímóti teimum.

Freestyle fótbóltur er vorðin ein størri og størri ítróttargrein í Danmark og umheiminum, har tað verður skipa fyri nógvum kappingum og eisini bæði Danmarks- og heimsmeistaraskap. Eisini er eitt danskt freestyle fótbóltslandsliðið.

Teir hava báðir áður vunnið DM í freestyle fótbólti og eisini luttikið í HM og øðrum altjóða freestyle fótbóltskappingum.

Seinast teir vóru í Føroyum gjørdi teir ein frálíkan film, ið er eitt mix av vøkru føroysku nátturuni og freestyle fótbólti. Filmurin sæst á https://www.facebook.com/MSFreestyle/videos/1030918490356276/.

Les meira um Intersport Summar Cup og melda til á www.summarcup.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder