Mentan

Framúr vøkur fjallamyndabók

...

2015-11-23 02:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Framúr vøkur fjallamyndabók!

???Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga???, yrkir Karsten Hoydal. Hetta kunnu øll sanna, sum blaða í nýggju bókini eftir Finleif Mortensen, ið kemur út týsdagin.

Í fleiri ár hevur Finleif Mortensen, listamaður og myndamaður, gingið føroysku fjøllini á tamb, altíð klárur við myndatóli. Burturúr hesum er komin framúr vøkur bók við nøkrum av bestu myndum hansara.

Føroyska náttúran er nógv avmyndað, men tað serliga við hesi bók er, at myndirnar siga sína egnu søgu sum partur av einum fjallatúri, sum gjørdur var júst henda dagin. Var túrurin gingin ein annan dag, vóru bæði veður, ljós og myndevni nøkur heilt onnur. Myndirnar eru ikki uppsettar, men tiknar ???spontant??? á staðnum, og eingin myndaviðgerð er gjørd aftaná. Eisini hevur dentur verið á at velja myndevni úr stóru rúgvuni, sum ikki eru á hvørjum postkorti. Á korti kann lesarin síggja, hvar myndirnar eru tiknar, og hvør oyggj er kryddað við brot úr mergjaðari yrking um føroysku náttúna.

Bókin telur 176 blaðsíður og 271 myndir. Hon fæst til keyps í sølustøðum kring landið og kostar 259 kr.

Í sambandi við útgávuna verður bókaframløga í Bygdarhúsinum í Kunoy týskvøldið 24. november kl. 19. Staðið er valt, tí Kunoyggin er óivað mest dragandi oyggin fyri fjallagongufólk. Rani Nolsøe syngur nøkur løg, og te/kaffi verður at fáa við onkrum góðum afturvið. ??ll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder