Vinna

Framsýning á Hotel Føroyum

...

2015-09-11 07:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjakvøldið 11.09.2015 frá kl. 19.30 til kl. 22.00 verður almenn framsýning á Hotel Føroyum av vørum úr ull. Á framsýningini verður alt frá óvaskaðari ull og tógvi til mótaklæðir úr ull, umframt viðkomandi bøkur, lista handverk og annað. Framsýningin er sett upp í samband við ráðstevnuna North Atlantic Native Sheep and Wool Conference, sum verður hildin á hotellinum í vikuskiftinum.

Fleiri føroyskir framsýnarar eru, bæði innan amboð til at virka ull við, listahandverk, tógv, mótaklæðir o.a. Nevnast kunnu Ása Hátun, Súsan í Jákpstovu, Guðrun & Guðrun, Laila av Reyni, Sirri, Snældan, Navia, Rógvi í Bø, Andrass Hansen og Gamli Bókahandil við viðkomandi bókum. Harafturat eru nógvir útlendskir framsýnarar eisini við. Teir eru úr Íslandi, Týsklandi, Noregi, Hetlandi, Orknoyggjum og Hebridunum. Nógv sera áhugavert er at síggja.

Høvi verður eisini at keypa vøru á framsýningini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder