Føroyar sjálvar ??? heldur enn hálvar
Ein týðandi partur av okkara framtíð verður evnaður til uttan fyri landoddarnar ella í samstarvi og samskifti okkara við umheimin.
Framsókn leggur tí stóran dent á, at vit føroyingar skulu umboða okkum sjálvar á støðum, haðani hendan ávirkanin kemur. Vit skulu hava ein miðvísan uttanríkispolitikk, sum styrkir okkara sjálvsfatan og virðing, gevur okkum vitan og perspektiv og mennir okkara vinnu, sølu og búskap.
Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið við Danmark uttanríkispolitisk mál. Vit halda tí, at vit eiga at taka føroysku fólkatingssessirnar av og í staðin at lata føroysku sendistovuna í Keypmannahavn hava dagliga samstarvið við Danmark um hendi.
Vit mugu tó staðfesta, at undir verandi heimastýrisskipan viðger Fólkatingið regluliga viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar, og tekur avgerðir um tey. Tess meira av sínum ræðisrætti, Danmark má lata ES, tess meira kemur europeiska samveldið at stjórna føroyskum politikki.
Sum støðan er, er tað tí ein partur av okkara uttanríkispolitisku kós at vera við á Fólkatingsvalinum. Undir yvirskriftini ???Føroyar sjálvar ??? heldur enn hálvar!??? bjóða vit okkum fram við seks valevnum, sum eru Poul Michelsen, Hanna Jensen, Karlot Hergeirsson, Sunneva Háberg Eysturstein, Høgni Reistrup og Ruth Vang.
Á Fólkatingi ætla vit at fáa vent føroyska biddarahugburðinum eins og teirri miðvísu ES-tilgongdini, sum verandi fólkatingsumboð stríðast fyri í beinleiðis andsøgn til ein stóran meiriluta av Føroya fólki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald