Í dag, tórsdagin 2. Juni, er norðurlendsk ráðstevna á University College Sjælland í Roskilde, har evnið er Fremtidens Undervisning.
Ráðstevnan verður skipað av FLUID (Foreningen for Fleksibel Uddannelse i Danmark) í samstarvi við UC Sjælland, NORDPLUS, verkætlanina Nordic Study Lab og IDA Education.
Fyrrapartin hava innbodnir fyrilestrarhaldarar hildið framløgur. Dennis Holm, borgarstjóri, varð boðin til ráðstevnuna at halda framløgu um Fjarlestrardepilin í Vági, sum eitt dømi um nýskapandi útbúgvingarstovn í einum lítlum samfelag.
Umframt framløguna um Fjarlestrardepilin í Vági, vóru eisini framløgur frá granskarum á UC Sjælland, DTU (Danmarks Tekniske Universitet) og frá leiðaranum av Campus Vastervig í Svøríki.
Seinnapartin verða verkstovur á skránni.
Luttakararnir á ráðstevnuni koma úr øllum norðurlondum.
Meiri kann lesast um ráðstevnuna áwww.fluid.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald