Vinna

Framleiðslan byrjaði í morgun

...

2015-01-22 05:00 Author image
placeholder

 Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni:

Faroe Origin, sum seinastu mánaðirnar hevur gjørt ábøtur á virkið og sett nýggjar maskinur upp, byrjaðu saltfiskaframleiðslu á Toftum í morgun
Trýst á myndina fyri fulla stødd


Teir hava síðani 2011 átt saltfiskavirkið, men í 3 ár hevur saltfiskavirkið Vaðhorn Seafood leiga virkið. Leigusáttmálin gekk út 1. sept 2014 og bleiv ikki longdur. Og nú fer Faroe Origin sjálvt undir saltfiskaframleiðslu.

 

Søkt hevur í seinastuni verið eftir fólki, og fleiri søktu, nógv fleiri enn brúk er fyri í byrjanini. Jens Pauli Petersen stjóri sigur, at teir frá byrjan ynskja at hava stýr á øllum og tí fara teir at leggja varliga út og byrja spakuliga. Nú virksemi byrjaði í morgun vóru 9 fólk biðjin um at koma til arbeiðis.

 

Umframt at ymiskar ábøtur eru gjørdar á virkið, hevur felagið eisini útvega sær nýggja flakamaskinu og eina nýggja saltsproytu, sum eisini kølir saltlakan. Hendan saltsproytan er tann fyrsta av sínum slag.

  

Tað var Jógvan I. Olsen sum legði fyrsta fiskin í maskinuna í morgun.

 

Faroe Origin eigur fleiri skip, og saltfiskavirkið á Toftum fer m.a. at framleiða fisk frá teimum. Í eini roynd at útvega virkinum meira rávøru til virkingar, fer Høgiklettur í næstum til Noregs eftir ferskum Lofotum toski, sum teir fara at føra heim í kølitangum. Hetta er í samstarvi við Høvdavirkið í Leirvík, sum á henda hátt útvegar sær toskarhøvd til turkingar. 

 

Í myndasavninum eru fleiri myndir. Trýst her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder