Ítróttur

Framgongd hjá gentunum

...

2015-11-02 00:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar ??? Danmark 0-3 (19-25, 18-25, 14-25)

Seinasti dysturin hjá føroysku gentunum er spældur í dag. Dysturin var ímóti Danmark, sum endaði í bardaganum um 5-7 pláss í kappingini, eftir at tær vóru so nær við, sum tað ber til at koma í hálvfinalurnar, tí tær taptu fyri Finlandi 3-2. Tað var tí greitt, at føroysku genturnar skuldu finna betri spæa fram enn tær higartil hava víst. Og tað gjørdu tær.

Besti dystur

Burtursæð frá fyrsta settinum ímóti Onglandi, hevur verið langt ímillum heilt góðu løturnar hjá gentunum, men ímóti Danmark var spælið so gott, sum tað nú kann vera, og sum settúrslitini vísa, var munurin ikki so stórur. Serliga fyrra partin av hvørjum setti lá væl fyri, og í fyrsta setti vóru genturnar so nær sum 21-19. Gongdin var tann sama í øðrum og triðja setti, og fleriri ferðir megnaðu genturnar at vinna seg fram á donsku leiðsluna. Tó ongantíð framum, og úrslitið varð, at dysturin endaði 3-0 til Danmark. Hesin seinasti dysturin var tó tann besti hjá gentunum í kappingini, tí tær vóru við í øllum settunum og vóru avgjørdari í øllum pørtum av spælinum. Tær tordu betur at spæla, og spældu saman sum lið.

Mynd:

Besti leikari í dag og fleiri øðrum dystum: Sissla Ellefsdóttir, SÍ

Ísland vann silvur

Størstu framgongdina síðan seinast hevur Ísland havt. Gentuliðið spældi seg allan vegin fram í finaluna, har tær aftur møttu Finlandi, sum Ísland vann á í innleiðandi bólkinum. Hesi bæði liðini vóru Føroyar í bólki við innleiðandi. Í sjálvari finaluni var finska liðið tó ov sterkt at gera nakað við. Tær spældu framúr væl og vunnu dystin 3-0, men settini vóru tó jøvn. Ísland vann so statt silvur og Svøríki bronsu hjá gentunum.

Seinastu dystirnir hjá dreingjunum verða seinni í dag. Finalan er ímillum Finland og Danmark. Finland er favorittur, men danska liðið stríðist framúr væl. Finsku leikararnir eru sera høgir og væl fyri. Miðalhæddin í byrjanaruppstillingini er 195 cm, og tá er hægsti maður á 208 cm ikki inni. Til samanberingar er hægsti leikari á føroyska liðnum Uni Jacobsen við sínum 195 cm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder