2015-08-23 01:40
Fram siglir inn við uml. 375 tonsum av makreli, sum verður landaður til Faroe Polagic í Kollafirði. Fram hevur hendan túrin roynt norðanfyri, norður ímóti 64,5N og 3,4V, har hini føroysku makrelskipini eisini eru stødd.
Tað er góður makrelur skipini fáa har norðuri - meðalstøddin liggur omanfyri 400 gramm.
Fram verður á Kollafirði seint í kvøld ella tíðliga í nátt.
Les eisini: Jupiter kom á Fuglafjørð við 1.000 tonsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald