2015-12-28 14:01
Fram og Niels Pauli, sum fóru avstað 1. jóladag, sigla inn við 550 tonsum av makreli, sum verður landað á Tvøroyri og síðan koyrt til Hvalbiar og Vestmannar, teir verða á Tvøroyri seinnapartin í dag.
JN.fo tosaði umborð á Fram í morgun, skiparin Mikkjal Hammer segði, at teir gjørdu 3 tov á leiðini vestur úr Hetlandi. Tað var hampuligt veður á leiðini har teir vóru staddir í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald