Vinna

Fram og Niels Pauli koma á fiskileið seint í dag

...

2015-12-30 17:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Fram og Niels Pauli loystu av Tvøroyri og Hvalba í gjár, teir fara á makrelveiðu í hetlendskum sjógvi.
Tað hevur gingið spakuliga suðureftir, teir hava havt beint ímóti í nátt - so ikki hevur verið siglandi í nógva vindinum, teir eru enn í føroyskum sjógvi, men rokna við at koma á fiskileið móti kvøldi. Teir hava nøkur fá 100 tons eftir av makrelkvotuni í ES-sjógvi.
Tað er nógvur vindur á leiðini enn - vindferðin liggur um 25 m/sek. , vindurin minkar í nátt, so kanska tað eydnaðst hjá Fram og Niels Paula at fiska kvotuna á seinasta degnum í árinum - vit vóna tað.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder