2016-01-01 16:57
Fram og Niels Pauli høvdu bert seinasta dagin í árinum at fiska tað íð eftir var av makrelkvotuni, sum fiskavirkini - TG-Seafood og Vestmanna Seafood høvdu fingið tillutað.
Teir komu á fiskifeltið í hetlendskum sjógvi náttina til nýggjársaftan og tá ið kvøldið kom, kundu teir seta kós aftur móti Føroyum við uml. 560 tonsum av makreli.
Fram kom á Tvøroyri tíðliga í morgun og Niels Pauli kom á Hvalba einar tveir tímar áðrenn.
Helmingurin av veiðuni verður landaður til TG-Seafood og hin helmingurin í Vestmanna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald