2016-01-20 15:03

Fram kom á Fuglafjørð í nátt við smáum 500 tonsum av makreli, sum teir landa til Pelagos.
Fram hevur hendan túrin partrolað við Sjagakletti. Teir hava roynt í ES-sjógvi í ein útnyðring úr Hebridinum.
Í gjár komu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin aftur á fiskileið har suðuri, og Tummas T og Heykur loystu seint í gjárkvøldið av Tvøroyri, teir fara eisini aftur suður í ES-sjógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald