2016-01-10 19:36
Fram kom á Fuglafjørð beint fyri middag í dag við 300 tonsum av makreli, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.
Fram hevur roynt í ES-sjógvi tætt suður úr føroyska markinum, Fram hevur partrolað við Sjagaklett, Sjagaklettur liggur har suðuri og bíðar eftir til Fram er aftur á feltinum
Fram verður helt liðugur at landa um 12 tíðina í kvøld, teir loysa beinanvegin liðugt er at landa.
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin royna eisini í ES-sjógvi eftir makreli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald