2017-02-07 10:44
Fram er áveg á Vestmanna við 200 tonsum av makreli, sum teir landa til Vestmanna Seafood, Fram verður á Vestmanna kl. 13 í dag.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan. Teir hava roynt tætt suður úr føroyaka markinum. Skiparin Mikkjal Hammer sigur, at tað teir eiga eftir at fiska av makreli, tað fara teir at fiska í heyst.
Fram fer tí fyribils ikki avstað aftur, men teir koma at bíða eftir hvat Fiskimálaráðið spælir út við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald