2015-12-17 00:25
Fram kemur á Vestmanna seint í kvøld við 550 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað vestur úr Hetlandi. Teir skulu landa helmingin til Vestmanna Seafood og hin helmingin til TG-Seafood.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, skiparin - Mikkjal Hammer segði, at makrelurin stóð innanfyri 12-fj. markið teir fyrstu dagarnar og har høvdu teir ikki loyvi at royna, men so broyttist ættin og makrelurin kom meira vesturá, har teir fiskaðu.
Mikkjal Hammer segði eisini, at teir ætlaðu at fáa ein túr afturat áðrenn jól og ein millum jóla og nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald