2016-10-03 06:12
Fram kom á Fuglafjørð í nátt við 300 tonsum av makreli, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Mikkjal Hammer í gjárkvøldið, Mikkjal segði, at teir høvdu roynt norðast í føroyska økinum, teir fingu væl fríggjadagin, men leygarddagin og sunnudagin leitaðu teir suðureftir, uttan at treffa við, tí valdu teir bara at koma inn at landa. Veðrið var av tí fagrasta í gjárkvøldið.
Teir fara nýggjan túr miðskeiðis í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald