Vinna

Fram kemur á Kollafjørð við 600 tonsum

...

2015-09-10 02:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fram, sum hevur verið móttøkuskip hjá Breiðanes og Hamranes, kemur á Kollafjørð í kvøld við 600 tonsum av makreli. Teir hava roynt norðuri á 64,5N.

Slættaberg er júst liðugur at landa í Kollafirði, Fram verður inni kl. 22 og teir sleppa framat at landa beinanvegin teir eru komnir inn.

Slættabereg fer avstað nú, teir skulu verða móttøkuskip hjá Polarhav og Stjørnuni, sum eru áveg norður á feltið.

Á feltinum eru í kvøld: Heykur og Falkur, har Høgiklettur pumpar inn, Norðborg partrolar við Brestir og so eru eisini Næraberg, Christian í Grótinum og Jupiter.

Atlantsfarið og Phoenix sigla inn, Atlantsfarið hevur 1.000 tons, teir hava partrolað við Phoenix, Atlantsfarið skal landa í Fuglafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder