Vinna

Fram kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt

...

2015-11-17 02:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fram, sum hevur verið á makrelfiskiskapi í ES-sjógvi, tætt suður úr Hetlandi, kemur á Fuglafjørð stutt eftir midnátt við smáum 200 tonsum av makreli, sum teir fingu í einum tovi.

JN.fo tosaði við skiparan á Fram fyri løtu síðan, Mikkjal segði, at veðrið øtlaði so nógv á leiðini har suðuri, at teir avgjørdu, at sigla heim eftir at hava gjørt eitt tov. Fram fer aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.

Í løtuni er bara Atlantsfarið í ES-sjógvi, teir kroka eystur úr Sumburgh Head í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder