2017-01-15 12:20
Fram er á veg til Fuglafjarðar við 500 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað eystan fyri Hetland. Vit tosaðu umborð fyri løtu síðani, og har verður sagt, at tað er brúkiligur makrelur ið teir hava fingið, vektin liggur um 340 til 370 gramm.
Fram verður á Fuglafirði klokkan 16 í dag, og sleppir beinavegin framat at landa hjá Pelagos. Nakað fer eisini til Vestmannar, Vestmanna Seafood tekur so nógv teir klára at taka, verður sagt frá Fram.
Les eisini: Akraberg sigur heim við fullari last.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald