Frágreiðing frá Høgna Hoydal, lanndsstýrismanni, um málið um flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip.
"Málið um flytingar av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip hevur fingið drúgva viðgerð í fjølmiðlunum, í politiskum viðmerkingum og í fyrispurningum frá løgtingsfólki seinastu vikurnar.
Eg havi sum landsstýrismaður tikið mær neyðugar stundir at fáa frágreiðingar og tilfar frá fyrisitingini ??? bæði frá Vørn og frá umsitingini og leiðsluni í Fiskimálaráðnum. Hartil havi eg fingið yvirlit yvir og innlit í tey skjøl og samskifti, ið eru partar av málinum.
Við grundarlagi í hesum tilfari, havi eg gjørt hesa frágreiðing og mínar niðurstøður.
Viðvíkjandi míni ábyrgd sum landsstýrismaður verður frágreiðing eisini latin løgmanni, sum hann hevur heitt á meg um at fáa.
Løgtingið fær við sínum lógarásettu amboðum sjálvsagt eisini allar møguleikar at útinna sítt eftirlit og at meta um ábyrgdina hjá mær sum landsstýrismaður í hesum máli."
Frágreiðingin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald