Mentan

Frændur á Tórsfest 2015

...

2015-07-14 13:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Frændur eru uttan iva tann mest fólkakæri tónleikabólkurin í Føroyum, ið hevur spælt fyri fullum hølum í 80???unum, 90???unum, 0???unum og 10???unum. Hvør hevur ikkiminnir um hugnaligar løtur saman við vinum, har sangir sum Føroyar, Eros, 80???ini, Mítt land, Hundurin brúni og nógv fleiri onnur hava runga, antin frákonsertpallinum, stereoannlegginum ella í felagssangi afturvið kassagittara.


Frændur er stutt sagt størsti leverandørur av slagarum til okkara sangskatt. Tá Frændur í fjør spældu á Vaglinum á ólavsøku sang allur býurin við, ogKlaksvíksbólkurin slóg enn einaferð fast, at teir nú fjórða ártíggjund á rað eru viðkomandi, og at tað góða lagið ikki fer av móta.

Tað kann vera, at brúna skinnið á hundinum er vorðið grátt, men hann goyr enn akkurát líka hart.

Tórsfest 2015 verður 25. juli í Gongugøtuni í Havn og hetta er annað árið á rað, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest. Onnur tónleikanøvn sum fara á pallinverða Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Hjarnar, Sakaris, SIC, Goresquad, Signar & John og fleiri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder