Politikkur

Frælsur felagsskapur savnar fólkið

...

2015-08-30 23:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hólmgongan millum Kaj Leo og Høgna vísur betur enn nakað annað, hvussu fólkið er klovið í tvey, tá tað kemur til ríkisrættarligaspurningin. Annar vil loysing og hin vil samband. Tveir mótpólar ??? sum neyvan nakrantíð fara at semjast!

Tó eru báðir partar á einum máli um, at vit eiga at ráða í egnum landi og taka egnar avgerðir. Tí er neyðugt við einum ítøkiligum uppskoti, ið kann savnað fjøldina og flyta okkum fram á sjálvstýrisleið.

Fólkaflokkurin hevur eitt ítøkiligt uppskot, ið kann savna flest allar føroyingar. Vit ynskja ein frælsan felagsskap ella ???free assosiation???, sum altjóða heitið er, og ein nýggja samríkjasáttmála.

Eitt slíkt uppskot, meina vit, kann savna fjøldina og leiða okkum úr polariseringini.

Vit vilja taka upp samráðingar við Danmark um ein frælsan felagsskap millum londini. Ein felagskap, sum verður feldur í ein nýggjan samríkjasáttmála, og sum ger, at vit útattil fara at teljast sum suverenur løgfrøðiligur statur, sum kann gerast ST-limaland.

Tá verða tað tvey javnsett lond, og ikki tvey lond, sum eru yvir-og-undir.

Í sáttmálanum um frælsan felagskap skal staðfestast, at Føroyar og Danmark eru fræls og sjálvstøðug suveren lond við felags kongshúsi, felags hægstarætti, felags gjaldoyra og felags verjumáli, har føroyskir og danskir statsborgarar hava somu rættindi og skyldur í londunum báðum.

Samráðingarúrslitið skal leggjast til fólkaatkvøðu, so fólkið kann taka støðu.

Janus Rein

Løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder