Politikkur

Fráboðan um broyting í skipanini av fiskiskapinum eftir makreli í 2014

...

2014-09-12 17:13 Author image
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum eftir makreli soleiðis, at onnur fiskifør sleppa at fiska av teimum felagskvotum, sum eru settar av til línuskip, útróðrarbátar og garnaskip.


Landsstýrismaðurin hevur somuleiðis gjørt av, at tann parturin av makrelkvotuni, sum ætlanin var at nýta til umbýti í samráðingum um fiskirættindi við onnur lond, ístaðin verður latin føroyskum fiskiførum at fiska sum felagskvota.


Í makrelkunngerðini hevur landsstýrismaðurin heimild at loyva øðrum fiskiførum at veiða av felagskvotum, sum líkindi eru fyri ikki verða fullnýttar.

Broytingarnar vera galdandi frá og við sunnudegnum 21. september 2014.

Allir skipabólkar uttan nótaskipini sleppa nú at fiska umleið 9.000 tons av makreli aftrat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder