Fráboðan frá Føroya Fiskimannafelag:
Avroknast
skal eftir marknaðarprísi
Føroya Fiskimannafelag hevur ilt við at meta um, hvat fer at
henda í fiskivinnuni, nú hol verður sett á uppboðssølurnar av óveiddum fiski,
har tað ikki longur er ein fortreyt, at keyparin skal hava veiðiloyvi.
Felagið ímyndar sær, at keypararnir á uppboðssøluni fara at
hava stórt hugflog at finna upp á mátar, har meira liggur eftir hjá teimum og
minni hjá manningunum, enn tað vildi gjørt, um talan var um tradisjonellan
fiskiskap grundaður á veiðiloyvi.
Proformasølur ímillum virki og skip, sum eru vertikalt
integrerað, er ein møguleiki. Hann finst sjálvsagt eisini í dag, men higartil
hava virki ikki sjálv kunnað útvega sær kvotu.
Bert hugflogið setir mørk, og tí metir Føroya Fiskimannafelag
tað vera neyðugt alment at minna allar núverandi og komandi aktørar í
fiskivinnuni á ófrávíkiligu grundregluna í býtissáttmálunum, sum felagið hevur
við Føroya Reiðarafelag og einstakar reiðarar.
Henda grundregla sigur, at reiðarí og manning í felag hava
ábyrgd av, bæði at fáa sum mest av veiðu til høldar, tá fiskað verður, og at
fáa best møguligan marknaðarprís fyri hesa veiðu, sum reiðarí og manning í
felag eiga. Manningin verður tí avroknað eftir veruliga avreiðingarvirðinum.
Tí vilja vit við hesum gera púra greitt, at verður Føroya
Fiskimannafelag varugt við, at snildir verða nýttar, soleiðis at
avreiðingarvirðið, sum manningin skal avroknast eftir, ikki samsvarar við
marknaðarprísin, so fer felagið beinanvegin at krevja endurgjald vegna ta manning,
ið er fyri missi.
22. august 2017
Vegna Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald