Politikkur

Fráboðan frá aðalfundi í Framsókn

...

2016-05-09 08:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Framsókn valdi at taka ábyrgd og fara í samgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi fyri at fáa neyðuga ávirkan á politisku kósina. Vit eru høgrabeinið í eini vinstrahallaðari stjórn og eru við fyri at fáa ein haldføran búskap, at Føroyar verða sjálvstøðugar, at fáa nýskipað fiskivinnuna og at vit í landinum hava ein miðvísan mentanarpolitikk, sum er skapandi og gevur fólki íblástur. Umboðan okkara í landsstýri og løgtingi verður brúkt til at fremja hesi mál.

Tryggur búskapur

Tað er sera umráðandi fyri Framsókn, at búskapurin verður haldførur. Tað gongur væl í løtuni, og tí verður lagt nógv fyri at halda aftur í útreiðslunum. Hallið er vent til avlop, men tað er ikki nóg mikið. Búskapurin skal eisini verða haldførur á longu breytini, og tí eru eftirlønarnýskipan, fiskivinnunýskipan og sjúkrahúsnýskipan neyðugar at fáa framdar.

Ein afturvendandi búskaparligur sorgarleikur hevur seinastu nógvu árini merkt tað fíggjarpolitiska arbeiðið. Í góðum tíðum hava vit ikki megnað at hildið so mikið aftur í rakstri og íløgum, at tey vánaligu búskaparligu árini hava havt ógvisligar avleiðingar við arbeiðsloysi og fráflyting. Ein avgjørd fyritreyt fyri at fáa haldføri er, at vit minka sveiggini í búskapinum, og at rakstur og íløgur ikki vaksa við nógv meira enn 1 prosenti árliga. Ein onnur fyritreyt er, at virksemið hjá landi og kommunum verður samskipað.

Framsókn er ein liberalur tjóðskaparflokkur, sum kennir eina sosiala ábyrgd. Tí eru fleiri átøk eisini sett í verk til tess at geva barnafamiljum og einligum foreldrum fíggjarligan styrk. Hetta styðjar undir fólkavøksturin, sum er avgerandi fyri vælferðina og ein haldføran búskap.


Sjálvstøðugur búskapur

Undanfarna sambandslandsstýri steðgaði sjálvstýristilgongdini og øllum virksemi fram ímóti hesum máli. Í samgonguni við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava einar sjálvstøðugar Føroyar aftur fingið rúmd. Vit hava dirvi og tora at seta hetta aftur á dagsskrá.

Føroyingar skulu hava egna rødd og rætt at gera av egin viðurskifti í uttanríkispolitikki. Tí fer Framsókn og samgongan at endurskoða uttanríkispolitisku heimildarlógina. Ov nógvar forðingar eru fyri fríari føroyskari luttøku og umboðan. Soleiðis missa føroyingar ávirkan, marknaðir og menningarmøguleikar. Uttanríkisráðið er farið undir eina tilgongd, sum skal geva Føroyum sjálvstøðugan limaskap í norðurlendskum, evropeiskum og alheims stovnum, undir hesum Norðurlandaráðnum, EFTA, WTO og IOC. Eftir ætlan verður limaskapur søktur í ár. Vónandi fáa vit limaskap - um ikki, fáa vit staðfest, hvar forðingarnar fyri limaskapi eru.

Sagt verður, at Danmark er eitt ríki, sum bert hevur ein uttanríkispolitikk og eina umboðan í norðurlendskum, evropeiskum og alheims felagsskapum. Fyri hesar avmarkingar fáa vit 6-700 milliónir krónur um árið. Lítið er at ivast í, at teir møguleikar og tann ávirkanin, sum vit missa, er munandi meira verd enn henda árliga upphædd. Tað er okkara sannføring, at vit ??? um ikki vit fáa størri uttanríkispolitiskt frælsi ??? eiga at velja frælsi og troyta teir

møguleikar, sum vit í dag ikki hava. Ein avleiðing av hesum kann verða, at Danmark velur at taka burtur blokkstuðulin, men sum sagt - vit eru munandi betri farin velja vit ístaðin at verða ein sjálvstøðug tjóð í alheiminum og teimum felagsskapum hesin virkar undir.


Tilgongdin at yvirtaka loftrúmið er komin væl ávegis, útlendingamál fáa vit á føroyskar hendur og persóns-, familju- og arvarætturin verður yvirtikin. ??ll hesi øki taka vit heim.

Arbeiðið við okkara Stjórnarskipan hevur ligið stilt í fleiri ár, men nú verður tað tikið uppaftur, og fólkaatkvøða verður um Stjórnarskipan í 2017.

Mentan og mál

Framsókn vil hava breiðar semjur um málpolitikk, útbúgvingarpolitikk, miðlapolitikk, savnspolitikk, mentanar- og listapolitikk á jøvnum føti við allar aðrar stórar avbjóðingar og umráðandi raðfestingar í samfelagnum. Vit fara at taka stór stig fyri føroyskt mál og mál í Føroyum, og hetta verður staðfest í Stjórnarskipanini.

Ferð verður eisini sett á skapandi vinnurnar. Filmsgrunnurin er vaksin til 1,5 milliónir krónur, og eigur grunnurin at verða bygdur upp víðari og raðfestur hægri. Aftrat hesum verður filmshús sett á stovn. Samgongan er farin í holt við at styrkja og umskipa mentanargrunnin soleiðis, at ymisku listaøkini fáa betri sømdir, og at fleiri kunnu liva av list og mentan burturav.

Farið verður av álvara undir at uppstiga útbúgvingarøkið. Arbeiðið at nýskipa fólkaskúlan er tikið upp til viðgerðar, lestrarbýur verður veruleiki og fleiri útbúgvingar verða settar á stovn. Lestrarstuðulin verður styrktur og lestraríbúðir bygdar.

Framsókn hevur eisini í hyggju at seta pening av til at fáa meira føroyskt tilfar til ungdómin á miðnámi. Viljin er, at undirvísingarmiðlarnir eru á føroyskum í øllum lærugreinum.

Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder