JN

Frá Vága Pensjónistafelag

...

2015-08-25 18:43 Author image
placeholder

Vága Pensjónistafelag skipar fyri útferð til Nólsoyar fríggjadagin 4. september.

Farið verður úr Sørvági kl. 8.15. Ternan siglir av Havnini kl. 9.30 og av aftur Nólsoy kl. 16.30.

Um nóg nógv tekna seg, verður farið við bussi úr Vágum, um ikki verður farið við privatbilum.

Vit fáa morgunmat og døgurða.

Frásøgufólk fer at greiða frá ymsum, sum er at síggja.

Kostnaður verður 100 kr. tilsamans.

Tú ert vælkomin at tekna teg á tlf. 332512 ella 253712 í seinasta lagi mánadagin 31. august.

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder