Politikkur

Frá pitsa til tara

...

2015-08-17 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit síggja í dag ein spruttandi kreativitet millum føroyingar. Ein kreativitet, sum er sprotin úr føroyskum jørðildi og føroyskum samleika. Smáar og størri vinnufyritøkur hava seinastu árini sæð dagsins ljós. Fyritøkur, sum hava megnað at virðisøkt føroyskt tilfeingi av ymsum slagi, um talan er um fisk, ull, urtur ella grót. Innan design siggja vit, at okkara tilfeingi hevur fingið nýtt skap og nýggjan samleika. Fyritøkur síggja dagsins ljós, sum bjóða ferðafólkum forkunnugar upplivingar. Føroysk matmentan hevur fingið eina nýggja spennandi dimensión, har fiskatilfeingið, urtur o.a. úr føroysku náttúruni, hevur fingið mangan útlending at leita sær til Føroyar at uppliva hesa forkunnuga matmentan. Hetta eru alt vinnufyritøkur, sum eru í menning. Hesar eru samstundis eisini við til at branda føroyska samleikan í ferðavinnuhøpi. Rós til Visit Faroe Islands fyri at hava megnað at lata allan hendan kreativitetin í ein altjóða ham, sum hevur fingið útlendingar at leita til okkara sermerktu oyggjar.

Nýbrot eru eisini hend á innovativa økinum eitt nú stovnurin Inova, Hugskotið og Íverksetarahúsið. Alt stovnar, sum hava til endamáls at styrkja um kreativu sálirnar og menna teirra møguleikar. Vit eiga at halda hesa kósina og styrkja hesa gongdina enn meira.

Tað er mangan tey fyrstu árini, ið eru tung fyri ung, ið ynskja at byrja eina nýggja vinnuleið fyri seg sjálvan. Hóast hugskotið er frálíkt, kann bæði nógva papírsarbeiðið, fíggjarviðurskifti og samskiftið við myndugleikarnar vera so tungt, at hugskotið doyr í føðingini. Harumframt er tørvur eisini á váðafúsum kapitali, til tess at hjálpa teimum góðu hugskotunum í gongd. Tí vil eg virka fyri at:

· Styrkja vegleiðingina til íverksetarar at stovna og reka egið virki. Hetta kann gerast í samstarvi við teir etableraðu stovnarnar.

· Samstarvið við myndugleikarnar eitt nú skattamyndugleikarnar og aðrir ráðgevandi stovnar skal gerast lættari.

· Atgongdin til váðafúsan kapital til íverksetar skal betrast gjøgnum grunnar hjá landinum.

· Betri samstarvi ímillum okkara høvuðsvinnur og kreativu vinnurnar. Hetta er ein win win støða fyri báðar partar.

Italien bleiv kent fyri sína pitsa, og er hon brúkt til at marknaðarføra Italien sum ferðamannaland. Kanska verður tað tarin, sum í framtíðini verður ímyndin av Føroyum sum ferðamannalandi. Tær kreativu vinnurnar eru ein stórur partur av búskaparvøkstrinum í Føroyum. Lat hendan vøkstur vaksa enn meira, tí vøkstur er lykilin til økta vælferð.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder