2016-09-17 07:39
Suðuroyingar standa saman um Suðuroyar sjúkrahús, ein bólkur við omanfyri 1300 limun hevur í gjár lagt hettar út á Facebook.
Frá nevdini í Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Nevndin, umboðandi 1338 limir, mótmæla allir avgerðini hjá Landstyriskvinnuni Sirið Stenberg at stongja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi ( SS) fyrr í ár.Nevnd, limir og ikki minst barnakonurnar eru nú á einum máli um, at nú er farið um mark fyri, hvat vit sum íbúgvar í Suðuroynni vilja finna okkum í.Seinastu vikurnar hava víst, at skipanin við at senda barnakonur úr Suðuroy til Havnar at eiga síni børn hevur spælt fallit og kundi, um illa vildi til, haft álvarsamar fylgir. Álitið á læknar og viðkomandi landsmynduleikar hevur verið fyri einum álvarsomum bakkasti, og føðingin, sum gekk fyri seg umborð á Smyrli, hevur nú fingið bikarið at flóta yvir.Vit vilja ikki finna okkum í, at okkara barnakonur í vikur undan planlagdari føðing skulu tvangsflytast frá heimi og familju, norður í eina ússalig íbúd á LS at búgva. Vit vilja ikki finna okkum í, at okkara børn skulu tvangsflytast úr skúla í vikuvís, tí ein komandi barnaøking skal vera í familjuni.Vit vilja ikki finna okkum í, at tað, sum skal vera ein góð og gleðilig hending, kanska tann størsta í lívinum, fyri størsta partin skal ganga fyri seg í einari niðurslitnari íbúð á LS. Vit vilja ikki finna okkum í, at størsti óttin hjá barnakonum er, hvussu familjan heima klárar seg, nú hon er burturstødd í vikuvís.Vit ikki ynskja, men krevja, at føðideildin á SS sum skjótast aftur verður til taks fyri tær barnakonur, ið ynskja at eiga børn síni í friði og náðum á SS.Vit krevja, at fólkavalda Lanstýriskvinnan saman við sínum embætisverki, avvarandi sjúkrahúsleiðslum, læknum og jarðamøðrum saman finna eina loysn á trupulleikanum. Um loysnin er ein rotatiónsskipan, setan av narkosulæknum ella nakað heilt triðja, so skal trupulleikin loysast. Sjúkrahús/ føðistovur er til fyri fólkið og ikki øvugt.Um trupulleikin er manglandi játtan, sum alt bendir á, skal Landstýriskvinnan skjótast tilber søkja hesa játtan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald