
Hvussu nógv rokna fiskifrøðingarnir við, verður etið burtur úr toskastovninum, tá lítið av føði er ?
Havtaska kann eta fleiri 1.000 tons av 2-5 ára gomlum toski,½ um árið. 10.000 tons bleiv nevnt. Hetta er áleið tað, sum er sett sum natúrligur deyði hjá toski (17 % um árið)
Í miðal etur stórur toskur somikið, at tað svarar til eina árgangs styrki, tvs. 10 ??? 20 milliónir smáfiskar og hetta verður mett at regulera árgangs styrkina hjá toski.
Tað vil siga, at etur toskur, so nógv av toskamurti og smá fiski, at tað heldur stovninum niðri, so toskastovnurin kann ikki blíva stórur. Men er nokk av aðrari føði etur hann minni av toski.
Tað bleiv eisini tosa um,at ein toskur sum var 105 cm. hevði eti, ein tosk, sum var 62 cm. Vit fingu eina forkláring uppá at tá toskur svølgdi ein so stóran tosk, fær hann ikki allan toskin niður í einum, men hann hongur út úr kjaftinum til nakað var sorna í maganum, so át hann restina, ongin spurdi, hvussu tað bleiv við beinagrindini.
Hetta var spurningur 11 og svar.
Men eg veit at útrokningar fyrr, hava víst, at tá nógv er til av havtasku og toski er talið 20.000 tons.
Vit tosaðu ikki um kóp
Men kópur, spættede sæl (steinkópur) vigar vaksin 80- 125 kg etur 7 kg. Um dagin. Í Eystursjónum eru 26.000 kópar sum eta 66.000 tons av fiski, mest toski um árið.
So tað sum verður fiska, er, bert ein lítil parturin av stovninum
UPSI
Tey flestu vita at upsin er semipelakiskir og flytur nógv, nøkur siga, at veiði trýsti á upsastovnin er ov høgt.
Eg kom fram á eina bók, sum er útgivin í 1998 Eitt av starvsfólkinum á Havstovuni hevur givið bókina út, eg fekk ikki lisið bókina. So eg tók nakrar myndir, av nøkrum síðum, sum eg so havi lisið,
Tá fiskifrøðingarnir merkja fisk, fyri at vita hvussu hann ferðast, er tað smáur fiskur.
40% av upsanum sum er merktir undir Føroyum er fingin aftur uttanfyri Føroyski grunnarnir, tað mesta blívur fiska aftur í Íslandi. Minni enn 1 % av upsanum, sum er merktur í Íslandi, er fiskaður uttanfyri Íslendsku grunnarnir. Av upsa sum er merktur í Norra, er 7 % fiska aftur uttan fyri Europeiska landgrunnin.
Tá upsin er um 60 cm byrjar hann at ferðast.
Tann stóri upsin, er fyri tað mesta uppi í sjóðnum og føðir mest svartkjaftur.
Sum eg hoyri er nógv smáur upsi, sum trolararnir fáa, tað er kanska tíð, at meira ferðast yvir til Ísland tá minni er av føði er á Føroyska landgrunninum.
Eg havi ikki hoyrt ella lisið, at so nógvur upsi ferðast út av grunninum og so lítið kemur inn aftur á grunnarnar, men eg havi ikki lisið so nógv fyrr, sum tey seinastu 4 árini.
Upsi er umleið 70 % av tíðini uppi í sjóðnum og teir sum fiska eftir upsa fáa hann ikki har, tíð teir royna bert við botn troli
So eg haldi ikki, at man kann seta kvotu á. tá allur fiskur ferðast, eftir hvar hann finnur mest føði, Og eg trúgvi ikki, at Havstovan upplýsir okkara politikarum um, ferðingina hjá upsanum.
Fiskidagarnir eru minkaðir so nógv, at teir sum eru eftir, hava verði noyddir at keypt 2 til 5 loyvir, sjálvt um teir hava keypt, so nógv loyvir, hava teir ov fáar dagar, tað er ein av grundunum fyri, at tað kemur so lítið av toski uppá land og heimaflotin stendur í so nógvum pengum.
So um man tímir, at hyggja eftir hvussu nógv flotin er minkaður og teimum stongdu leiðinum kann man, tosa um at tað er burðardygt og stovnsrøktin er góð.
Er rætt at seta kvotur á
Eftir at hava sæð tær óbrúkuligu, kanningarnar hjá Havstovuni í 1993 til ráddi ICES at ongin toskur skuldi fiskast í 1994.
Og danskarar, tvingaðu kvotur niður yvir okkum, og kom í lov frá 01 03 1994 tá eitt samt løgting mátti avtaka 01 06 1996 tí kvoturnar virkaði ikki,
Alt hetta kom av at fiskifrøðingarnir vóru og ikki eru førir fyri síggja, nær føðin og kemur fiskurin kemur aftur. Nú skal Høgni tvinga Tjóðveldis og aðrar politikarnar at stemma fyri tí sama, sum Danskararnir tvingaðu niður yvir Føroya fólk Í 1994.
Tað vísir at fiskaríi, er bert ein lítil brók partur av sum natúran sjálv regulerar.
Lógin sigur, at fiskiloyvini ganga út í 2018, tað er ongin trupulleiki, at broyta lógina saman við, onkrum smærri broytingum, tað hevði hann fingið eina breiða undirtøku fyri.
Men at vevja kvotur og alt møguligt annað uppí, ein ellibita, so hvørki Høgni og tað mesta av Føroya fólki, ikki hava ánilsi av, hvussu nógv lógin. kemur at skaða øll í Føroyum.
Eyðun Hansen
Vestmanna 12 12 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald