Mentan

Frá blikkmonnunum í Sandavági

...

2015-12-22 03:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í ár eru tað nakrir unglingar, sum fara at taka sær av blikkunum í Sandavági gamlaárskvøld. Seinasta nýggjár var einki tal at síggja uppi í haganum, sum vanligt hevur verið her í Sandavági. Tað vija hesir unglingarnir ikki hava sitandi á sær til komandi nýggjár, og tí hava teir leingi tosað um, at fáa talið sett upp til gamlaárskvøld. Maria Samuelsen skrivaði vegna fyrireikarnar seinastu árini á Facebook, fyri nøkrum døgum síðani, at tær fingu ikki samskipað blikkini í ár, og tá valdu dreingirnir, sum hava havt planir um at seta talið upp í ár, og at taka sær av øllum blikkunum.

Í løtuni eru tað 11 dreingir, sum eru við í hesum bólkinum. Vil onkur hjálpa til at seta blikkini upp, so kunnu tit ringja til Hans Otto Samuelsen á tlf: 272287.

Leggjast kann afturat, at gamlaárskvøld verður nýggjarshald í SÍF-húsinum, sum vanligt plagar at vera.

Vegna fyrireikarnar

Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder