Ítróttur

Fótbóltur og ítróttarsálarfrøði

...

2015-12-10 19:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jón Gregersen úr Sandavági lesur í løtuni ítróttasálarfrøði í Grikkalandi. Hann hevur skrivað niðanfyri standandi tekst til 07 Vestur-blaðið. 07 Vestur blaðið kom í húsarhaldini í Vágum, Vestmanna, Kvívík, Leynum og Stykkinum í gjár.

Fleiri áhugaverdar greinar eru í blaðnum.

???Flestu ungir fótbóltsleikarar uppliva avbjóðingar í skiftinum frá at íðka ungdómsfótbólt til at venja og leika við teimum vaksnu. Ikki øll ung eru før fyri at takla hesar avbjóðingar. Tískil fellur ein stórur partur av teimum ungu frá í skiftinum frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt. Eitt størri fokus á ítróttarsálarfrøði kann menna amboð til at standa seg, tá ið hesar avbjóðingar stinga seg upp.???

Tá ið 07 Vestur ringdu og spurdu um eg kundi skriva eina grein um fótbólt og ítróttarsálarfrøði segði eg fegin ja. Partvís fyri at stuðla tí felagnum, sum hevur verið ein stórur partur av mínum uppvøkstri. Og partvís fyri at nýta høvið at greiða eitt sindur frá um tann leiklut ítróttarsálarfrøði hevur í ítrótti, nakað sum eg haldi manglar í Føroyum í mun til okkara grannalond. Vónandi fær lesarin okkurt hugskot ella møguleika at reflektera eitt sindur yvir tey sjónarmið, ið eg ynski at leggja dent á í hesi grein.

Eg eri føddur í 1988, og sum 6 ára gamal byrjaði eg at venja fótbólt. Fyrstu árini við SÍF, síðani við FS Vágum og seinni við 07 Vestur. Gjøgnum mína tíð sum fótbóltsleikari í Vágum havi eg haft gleði av at leika undir leiðslu av fleiri venjarum, ið hvør á sín hátt hava ávirkað tað fótbóltsumhvørvið, eg havi verið partur av. Eftir eini 16 ár av fótbóltsuppaling á Valloyruni og á Dungasandi valdi eg í 2010 at flyta niður til Danmarkar, fyri at lesa ítrótt á Aarhus Universitet. Undir lesnaðinum vaks mín áhugi fyri tí sálarliga partinum av ítrótti og aftaná lokið bachelor prógv og eitt ár við fakligum royndum við motiverandi heilsu-samrøðum eins og teambuilding við starvsfólkum í donskum fyritøkum, tók eg ta avgerð at søkja inn á eina evropeiska 2-ára kandidatútbúgvin í ítróttarsálarfrøði. Eg var heppin at sleppa inn á University of Thessaly í Grikkalandi. At byrja við vóru tað ikki nógvir grikkar, ið vistu hvat ella hvar Føroyar var, men eftir ikki minni enn tveir sigrar í fótbólti á Grikkalandi, hevur hetta verið lættari.

Orsøkin til at eg valdi at søkja inn á júst hesa útbúgving, European Master in Sport and Exercise Psychology á University of Thessaly, er tann at nakrir av fremstu granskarunum innan ítróttarsálarfrøði starvast á hesum universiteti. Tískil var tað ein fantastiskur møguleiki í 2014 at flyta til Trikala, sum liggur á meginlandinum í Grikkalandi. Bæði fyri at fáa lærdóm frá áðurnevndu granskarum, og fyri at lesa saman við øðrum lesandi úr øllum heiminum við áhuga í ítróttarsálarfrøði. Tað er við støðið í hesi útbúgving og teimum ítróttarligu royndum eg havi, at eg skrivi hesa grein um fótbólt og ítróttarsálarfrøði.

Hvat er ítróttarsálarfrøði?

Áðrenn eg fari undir at greiða frá um fótbólt og ítróttarsálarfrøði, fari eg at greina hvat ítróttarsálarfrøði snýr seg um. Í stuttum kann sigast at ítróttarsálarfrøði viðgerð hvussu tankar, kenslur og atburður ávirka hvørt annað í mun til ítrótt ella motión. Málið við ítróttarsálarfrøði er at skapa persónliga menning og betra avrik hjá ítróttarfólki og teimum, ið venja motión. Ofta hoyra vit ítróttarfólk ella venjarar siga ???vit raktu ikki dagin??? ella ???vit vóru ikki mentalt klárir???. Tað er júst hetta ítróttarsálarfrøði viðgerð: at hjálpa einstøkum íðkarum og liðum at ???raka dagin??? bæði undir venjing og í dysti. Málið er at skapa kroppsliga og sálarliga sunn ítróttarfólk, og at hjálpa við at avrika á høgum støði, við t.d. at byggja sjálvsálit, økja um fokus í avgerandi støðum og at avrika undir trýsti og nervum. Við at viðgera tað at verða tilvitaður um og ávirka tankar, kenslur og atburð, er tað møguligt oftari at ???raka dagin??? og tískil javnan avrika á einum ítróttarligum høgum støði. Hetta kann hava stóran týdning fyri øll ítróttarfólk. Tó fari eg bert at leggja dent á hendan týdning í einum skifti frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt.

Avbjóðingar í einum skifti frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt

Tað kunnu nevnast fleiri møguligar avbjóðingar í yvirgongdini frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt. Nakrar avbjóðingar eru sera sjónligar, meðan aðrar ikki kunnu eygleiðast. Fyri tað fyrsta skal ein ungur leikari finna ???sítt pláss??? á liðnum og læra hvussu ???man??? ber seg at. Somuleiðis skal hesin leikari venja seg við, at tað ofta er stórur munur á t.d. aldri, styrki, skjótleika, royndum og útstráling. Harafturat kann nevnast at tað ofta er størri fokus á 1. liðið hjá einum felag sum 07 Vestur. Hetta sæst t.d. aftur á áskoðaratali, peningabrúki og á ítróttartíðindum á heimasíðum og í útvarpi. Tí eru tað ofta størri vónir og harvið eisini trýst á teimum leikarum, ið spæla við 1. liði. Hetta eru alt avbjóðingar, ið eru til staðar í fótbóltsumhvørvinum, og sum so at siga allir leikarar uppliva. Hesar broytingar kunnu tykjast avbjóðandi fyri fleiri, serliga um leikarin ikki er tilvitaður um hesar broytingar.

Umframt tær avbjóðingar, sum finnast í einum fótbóltsumhvørvi, so spælir hugburðurin hjá tí einstaka leikaranum eisini sera stóran týdning. Eitt dømi er leikarin, ið hevur klárað seg væl sum yngri. Hesin leikari kann vera ein, ið er vanur við at byrja inni, vanur við at skjóta ella leggja upp til nógv mál og vanur við at hava stóran týdning fyri liðið hann er partur av. Hesin leikari er møguliga ikki vanur við at uppliva mótgongd, og hevur tískil ikki ment teir eginleikar, ið krevjast fyri at standa seg, tá ið tað gongur ímóti. Hetta eru eginleikar, eg best kann lýsa við orðunum ???mental toughness??? (umsett: at vera sálarliga sterkur). Tað er eyðsýnt, at hesin leikari kann uppliva eitt ???sjokk???, tá ið hann skiftir til 1. lið, har kappingin um plássini er hørð, og hann tískil skal brynja seg við toli á bonkinum ella á síðulinjuni, og bíða eftir orðunum hjá venjaranum: ???Tú byrjar inni á 1. liði í dag???. Hendan avbjóðing kann vera sera lærurík fyri tann unga leikaran. Men um leikarin ikki er fyrireikaður og sálarliga sterkur at standa ímóti hesum avbjóðingum, kann tað hava negativa ávirkan á bæði sjálvsálit og motivatión fyri at halda áfram.

Hvat kann gerast fyri at hjálpa ungum fótbóltsleikarum at uppliva eina positiva yvirgongd til vaksnamannafótbólt?

Eingin leikari er líka, og tískil eru tær avbjóðingar, ið leikarar uppliva ofta ymiskar. Tó fari eg at nevna tvey øki, sum flestu leikarar kunnu fáa ágóðan av, og sum foreldur og venjarar kunnu vera tilvitað um, fyri at fyrireika ungar leikarar til eitt komandi skifti til vaksnamannafótbólt:

1. At hjálpa tí einstaka leikaranum at gerast tilvitaður um tær broytingar og avbjóðingar ið eru knýttar at einum skifti til vaksnamannafótbólt.

2. At tryggja at leikarin oftari kann kenna seg dugnaligan (uppliva succes), við at nýta eina skilagóða definitión av orðinum succes.

Týdningurin av at vera tilvitaður

Ein tilgongd, ið ofta er brúkt til at loysa tær avbjóðingar, ið stinga seg upp, er ein sokallað reaktiv tilgongd. Fyrst uppliva vit eina avbjóðing og møguligar avleiðingar av hesi avbjóðing. Síðan stríðast vit fyri at loysa hesa avbjóðing.Síðan stríðast vit fyri at loysa hesa avbjóðing. Vansin við eini reaktivari tilgongd er at avbjóðingin (t.d. lítil spælitíð á 1. liði) kann hava eina negativa avleiðing, so sum negativa ávirkan á okkara sjálvsálit. Tískil er tað gagnligt at skifta frá eini reaktivari tilgongd til eina sokallað proaktiva tilgongd.

Kjarnan í eini proaktivari tilgongd er at gerast tilvitaður um møguligar avbjóðingar, áðrenn hesar avbjóðingar stinga seg upp. Harvið gerst tað møguligt at viðgerða loysnir til møguligar komandi avbjóðingar. Til dømis kunnu foreldur seta tí unga leikaranum opnar spurningar so sum: ???Væntar tú at tað er munur á at venja við teimum vaksnu? Um ja, hvat? Hvussu kann henda avbjóðing loysast???? ella ???Hvat gleðir tú teg mest til við at venja við 1. liði? Hvat ert tú mest spentur uppá? Hvussu kanst tú fyrireika teg best møguligt????. Eisini kunnu venjarar skipa fyri einum fundi fyri leikarum, ið eru á gáttini til eitt skifti til vaksnamannafótbólt. Við á hendan fund kann venjarin bjóða einum ella tveimum leikarum, ið spæla á 1. liði og tískil kenna ta støðu, ið teir ungu leikararnir eru í. Síðan kann venjarin skapa eitt kjak, har eldri og royndir leikarar greiða frá hvat teir ungu kunnu vænta av einum skifti, og hvussu teir kunnu fyrireika seg á bestan hátt. Samstundis hava teir ungu leikararnir møguleika at fáa svar uppá ymiskar spurningar.

Opnir spurningar frá foreldrum ella venjara, og fundur við royndar leikarar kunnu vera amboð til at fáa tann unga leikaran at hugsa um eitt komandi skifti, og harvið gerast meira tilvitaður um møguligar avbjóðingar. Málið er ikki at gera leikaran nervøsan ella missa mótið, men heldur at geva leikaranum kensluna av at ???Hetta er nakað av tí vit hava tosað um, hetta skal eg nokk klára!???, tá ið møguligar avbjóðingar stinga seg upp. Harvið fær leikarin størri kenslu av at hava ávirkan á ta núverandi støðu hann er í. Hetta kann fyribyrgja negativar avleiðingar av einum skifti, og eisini vera við til at byggja sjálvsálit hjá teimum, ið møguliga eru eitt sindur nervøsir undan einum skifti til vaksnamannafótbólt.

At uppliva success og at vinna er ikki altíð tað sama!

Sum barn og ungur gekk eg høgt uppí at náa hvørja venjing og hvønn dyst í fótbólti. Sum hjá so mongum øðrum var mín dreymur at gerast professjonellur fótbóltsleikari. Og inntil eg var 10-12 ára gamal var eg vísur í at tað var møguligt. Tó byrjaði eg at síggja at tað vóru aðrir leikarar, ið dugdu nøkur ting, ið eg ikki dugdi. Møguliga var eg ikki ávegis til at blíva heimsins besti leikari hóast alt.

Upp til umleið 12-ára aldur halda flestu børn at um tey stríðast nóg nógv, so kunnu tey menna teirra førleikar til at klára seg best til eitt hvørt. Um tú spyrt eitt 7-ára gamalt barn um vónirnar til eina kapping í renning ella í at kasta langt, so trúgva flest øll børn at júst TEY fara at vinna. Børn hava ikki lært at skilja millum tað at stríðast og tað at hava góðar og minni góðar førleikar til t.d. at renna skjótt ella at kasta langt. Tískil kenna flest børn seg dugnalig til tað tey takast við.

Ein orsøk til at fleiri børn íðka ítrótt (t.d. fótbólt) er tann, at tað at uppliva at klára seg væl, uppfyllir ein grundleggjandi tørv á at kenna seg dugnaligan. Tey hava tann hugburð at tað at stríðast førir til menning og eina kenslu av at kenna seg dugnaligan. Hesin hugburður er ein sokallaður uppgávuhugburður, har tann einstaki leggur dent á persónliga menning uttan mun til hvussu onnur klára seg.

Gransking innan júst hetta økið vísur at tá ið børn gerast umleið 12 ár, byrja tey at læra at skilja millum stríð og førleikar. Tískil byrja børn eisini um hendan aldur at samanbera seg við onnur, av tí at tey byrja at skilja at førleikar (og ikki bara stríð) ofta avgera hvør er bestur til eitt hvørt; so sum at renna skjótt ella kasta langt. Tískil byrja børn at uppliva tað at kenna seg dugnaligan, tá ið tey avrika betur enn onnur børn um sama aldur. Hetta er ein sokallaður ego-hugburður, har tann einstaki leggur dent á at vera betur enn onnur uttan mun til hvussu eins egna avrik er. Hvønn av hesum báðum hugburðum, ein uppgávuhugburð ella ein ego-hugburð, tann einstaki tekur til sín, verður ávirkað av tí umhvørvi barnið er í. Tað vil siga at foreldur og venjarar spæla ein stóran leiklut í at ávirka børn til at menna ein av hesum báðum hugburðum. Við spurningum so sum ???Hvør skoraði flest mál???? ella ???Hvør rennur skjótast á tykkara liði????, verður lagt upp til at tað hevur stóran týdning at vera millum tey, ið skjóta flest mál ella renna skjótast. Harafturímóti kunnu viðmerkingar so sum ???Hevur tú lært nakra nýggja fintu???? ella ???Hvussu nógv klárar tú at jonglera í mun til hvat tú kláraði í seinastu viku???? ávirka tann einstaka at menna ein uppgávuhugburð, av tí at stórur dentur verður lagdur á persónliga menning, heldur enn tað at samanbera avrik við avrik hjá øðrum leikarum.

Hvønn hugburð tann einstaki tekur til sín kann hava sera stóra ávirkan á hvussu tann einstaki upplivir ymiskar avbjóðingar, ið ofta gera seg galdandi í einum skifti til vaksnamannafótbólt. Ein leikari, ið hevur ment ein ego-hugburð, kennir seg dugnaligan, tá ið hann avrikar betur enn sínir viðleikarar ella mótleikarar. Tískil fær sami leikari trupult við at kenna seg dugnaligan, um hann byrjar at samanbera seg við leikarar á 1. liði, ið ofta eru bæði eldri, sterkari, skjótari og hava fleiri royndir. Tað at sita á beinkinum kann tískil tulkast sum fiasko fyri tann leikaran, ið hevur lært at leggja stóran dent á at samanbera seg við onnur. Ein leikari, ið hevur ment ein uppgávuhugburð kann eisini møta somu avbjóðingum. Munurin er tó tann, at hesin leikari ikki sær tað sum ein trupulleika at aðrir leikarar eru betri, av tí at hetta ikki ávirkar hansara kenslu av at kenna seg dugnaligan. Harvið kann sami leikari halda áfram við síni persónligu menning, við at leggja dent á at gerast skjótari, sterkari og betri, enn hann var í seinastu viku, og á tann hátt kenna seg dugnaligan.

Tískil vil leikarin við ego-hugburði vera í størri vanda fyri at uppliva negativar avleiðingar av mótgangi, meðan leikarin við uppgávuhugburði bert sær avbjóðingarnar sum ein natúrligan part av síni menning. Um hann heldur áfram at stríðast vil hann kenna seg tryggan í, at hann vil mennast viku aftaná viku. Tann negativa avleiðingin hjá leikaranum við ego-hugburði kann vera manglandi kensla av at vera dugnaligur, og tískil lægri sjálvsálit og minni hug til at íðka. Harafturímóti hevur leikarin við uppgávuhugburði kenslu av at hava tamarhald á síni persónligu menning, og kennir seg dugnaligan, sum bæði ávirkar hansara sjálvsálit og skapar gleði við at spæla fótbólt.

Tískil hevur tað alstóran týdning hvat foreldur og venjarar velja at leggja dent á. Er tað týdningarmiklast at vera betur enn onnur, ella er tað týdningarmiklast at leggja dent á persónliga menning?

Eitt skifti frá ungdómsfótbólti til vaksnamannafótbólt kann bjóða uppá ymiskar avbjóðingar fyri tann einstaka leikaran. Um hesar avbjóðingar tykjast ov stórar, kunnu tær hava stóra ávirkan á til dømis sjálvsálit og motivatión fyri at halda áfram at venja. Tískil er tað av alstórum týdningi at fyrireika tann einstaka leikaran til skifti frá ungdómsfóltbólti til vaksnamannafótbólt, fyri at tryggja at leikarin upplivir eitt positivt skifti.

Eitt miðvíst fokus á tilvitan og størri dentur á persónliga menning vil føra við sær at fleiri ung varveita hugin at íðka, og samstundis er møguleikin at mennast sum fótbóltsleikari eisini størri. Í roynd og veru er tað, at læra at fyrireika seg til avbjóðingar, og uppliva at klára seg, tá ið tað gongur ímóti, ein eginleiki, vit sum menniskju, øll kunnu fáa sera nógv burturúr!

Jón Gregersen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder