Ítróttur

Fótbóltur í Nólsoy

...

2016-04-27 12:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá B36

Fótbóltur í Nólsoy !

Í fjør skipaði B36 fyri fótbóltsvenjing fyri børnum í Nólsoy. Hetta eydnaðist sera væl, tí verður fari undir hetta aftur í ár.

Venjingin leggur serligan dent á fótbólt & spæl, har børnini stuttleik sær saman. At byrja við, so er hetta serliga ætla børnum, ið eru 10 ár og yngri.

Venjingin fer fram hvønn mánadag kl. 17.00 á fótbóltsvøllinum í Nólsoy. Fyrsta venjingin verður mánadag 2. maj kl. 17.00.

Tað er ókeypis at luttaka og øll børn eru hjartaliga vælkomin.


--
Vinarliga vegna B36Andrass ThomsenUmsitingarligur samskipari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder