Ítróttur

Fótbóltur fyri øll í Gundadali

...

2016-09-08 14:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi viku verður fokus sett á Grassroots fótbóltin kring alt Evropa. Tí verður hesa vikuna skipað fyri tiltøkum kring alt Evropa undir heitinum"Fótbóltur fyri øll"

Tað er bert hugflogið, ið avmarkar, hvussu tiltøkini verða fyriskipað. Felags endamálið er tó, at øll skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum. Tí bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.

Mikudagin 14. september 2016 frá kl. 16.30 til 18.00 skipa HB og B36 fyri einum stórum fótbóltstiltakið í Gundadali. Á báðum vøllunum í Gundadali fara vit at seta upp eina rúgvu av smærri fótbóltsvøllum og bjóða vit tí øllum føroyingum í Gundadal at sparka fótbólt og hugna sær saman.

Møguleiki verður at spæla fótbólt á ein ørðvísi hátt, eitt nú við mega bóltið. Eisini verður møguleiki at royna sínar dygdir á ferðmátara, driblibana og skotveggi.

Vit vóna at síggja bæði børn, foreldur, ommur, abbar, systkin og øll onnur, ið tíma spæla fótbólt, í Gundadali hendan dagin, og sjálvandi vilja vit hjartans fegin síggja bæði børn, ung og eldri frá øllum feløgunum í Tórshavn.

Tað er ókeypis at luttaka.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder