Ítróttur

Fótbóltsskúlar í juli og august

...

2015-05-29 03:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Í samstarvið við B68, Royn og HB, skipar FSF aftur í ár fyri árligu fótbóltsskúlunum, sum er fyri børn í aldurinum 8 til 14 ár (fødd frá 2001 til 2007).

Seinastu mongu árini hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri fótbóltsskúlum kring landið, og í 2015 verður einki undantak. Í ár verður skipað fyri trimum fótbóltsskúlum, sum verða í Havn, í Hvalba og á Toftum, og longu nú ber til at melda til.


Fótbóltsskúlarnir í Hvalba og á Toftum verða 3. og 4. juli, meðan fótbóltsskúlin í Havn verður 14. og 15. august.

Avmarkað pláss
Til fótbóltsskúlan í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, á Toftum er pláss fyri umleið 200 luttakarum, og til fótbóltsskúlan í Hvalba verður pláss fyri umleið 100 luttakarum.

Fótbóltsskúlin er serliga ætlaður børnum í aldurinum 8 til 14 ár, fødd í 2001 til 2007. Kostnaðurin er 400 krónur fyri hvønn luttakara, ið er gjald fyri skúlan, mat, frukt og ein bólt.

Tilmeldingarfreistin er mikudgain 22. juni 2015.

TILMELDING
Á Toftum (B68 -Tryst HER
Í Hvalba (Royn) -Trýst HER
Í Havn (HB) -Trýst HER

Eitt avgreiðslugjald á millum 5 og 10 krónur verður kravt saman við gjaldinum. Mælt verður til at nýta VISA/Dankort. Avgreiðslugjaldið er hægri við øðrum kortum. Skipanin virkar best við browsarunum Firefox ella Google Chrome.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder