2015-05-23 00:13
13. juni 2015 fær føroyska landsliðið vitjan av Grikkaland á Tórsvølli.
Nógv verður gjørt burtur úr rundan um dystin, so hetta verður ein veruligur fótbóltsdagur í Gundadali og á Tórsvølli, har tað vónandi eisini verður útselt til dystin.
B36 fer sjálvandi eisini at gera sítt til, at landsliðið fær best møguliga stuðulin. Tí skipar B36 hendan dagin fyri bæði firmafótbóltskapping og upphiting til landsdystin í B36 húsinum.
"Vit vóna at fólk fara taka væl undir við okkara tiltøkum, so vit øll fáa ein góðan fótbóltsdag 13. juni", sigur Andrass Thomsen frá B36.
Les meira um tilmelding til firmafótbólt og upphiting á b36.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald