JN

Fótbóltsblaðið nú eisini á heimasíðuni

...

2015-03-03 02:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar: Nú ber til at lesa blaðið "Kappingarárið 2015", sum FSF hevur útgivið í sambandi við fótbóltsárið, iå veruliga er byrjað, á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Í farnu viku kom nýtt fótbóltsblað út, í sambandi við kappingarárið 2015, ið bleiv sparkað í gongd sunnudagin.


Higartil hevur blaðið einans verið at fingið ókeypis á øllum FAST- og EFFO-støðunum kring landið, men nú kann "Kappingarárið 2015" eisini lesast á heimasíðuni hjá FSF.

Blaðið kann takast niður sum PDF-fílur, við at trýsta H E R.

Í blaðnum eru samrøður við umboð fyri øll liðini EFFO-deildini, og har afturat verður kikarin settur á hini átta feløgini, har fremsta lið felagsins er umboðað í 1. ella 2. deild. Í blaðnum kann eisini lesast um landsliðsarbeiði, dómarar og venjaraútbúgvingina, ið alt er ein stórur partur av FSF og føroyskum fótbólti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder