Politikkur

Forsætismálaráðið váttar súmbolskt bluff

...

2016-03-22 17:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað liggur ongin viðurkenning av nøkrum slag í flaggmálinum, sigur forætismálaráðið í svari upp á spurningar, sum Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, setti í samband við átakið at flagga við føroyska flagginum á ólavsøku.


Fólkatingsmaðurin spurdi, um Danmark við nýuppfunna flaggdegnum viðurkennir, ???at de respektive flag repræsenterer to nationer med selvbestemmelsesret i folkeretlig forstand," og "at Kongeriget Danmark ikke er en enhedsstat, men består af tre nationer i en form for føderativ konstruktion.???

Kjarnin í svarinum úr forsætismálaráðnum er hesin:

"Regeringens beslutning om at indføre officielle flagdage for Færøerne og Grønland ændrer ikke på Færøernes eller Grønlands forfatningsretlige stilling i riget, ligesom initiativet heller ikke har betydning for spørgsmål om selvbestemmelsesret i henhold til folkeretten."

- Her váttar forsætismálaráðið, at alt tað heila við flaggdøgunum er súmbolskt bluff, tí danska stjórnin hevur ikki flutt seg ein millimetur í síni formalistisku tulking av viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, sum bæði er ótíðarhóskandi og avmarkandi fyri Føroyar og okkara møguleikar at verja egin áhugamál. Hvørjum flaggar staturin so fyri, tá hann vindur Merkið á song? Sær sjálvum?, spyr Magni Arge.

Tí metir Magni Arge, at tað framvegis er neyðugt, at sjónarmiðið um, at Føroyar eru land, og at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti samsvarandi fólkarættinum, áhaldandi verður ført fram allastaðni - eisini á fólkatingi.

- Hin týdningarmesta viðurkenningin kemur tó ikki úr forsætismálaráðnum, men frá okkum sjálvum, tá vit staðfesta okkara sjávsavgerðarrætt í egnari grundlóg. Tað er tíbetur tað, sum landsstýrið hevur sett sær fyri, sigur fólkatingsmaðurin fyri Tjóðveldi.

Krøkja danskan samleika í Merkið

Magni Arge spurdi eisini, hví danir ikki valdu okkara flaggdag heldur enn ólavsøku, men fekk onki svar annað enn, at tey høvdu valt ???det, der almindeligvis kaldes Færøernes nationale festdag.???

- Vit kunnu tí bara gita, at súmbolikkurin var ov herskin, tí vit á flaggdegnum ikki bara heiðra Merkið, men eisini alla okkara søgu fyri stríðnum at varðveita og menna okkara tjóðskaparliga samleika, sigur Magni Arge.

Hann leggur afturat, at niðurstøðan tí má gerast, at forsætismálaráðið ikki bert bluffar við sínum fitta gestusi móti Føroyum og Grønlandi, men eisini roynir at krøkja ein danskan samleika upp í føroyska flaggið. Tað var betur ógjørt. Tað er alt í lagi, at Danmark veittrar við føroyska flagginum til serlig høvi, men Merkið er ikki danskt ríkisflagg. Tað er okkara tjóðarmerki.

Sjálvir spurningarnir og svarini síggjast her:

http://www.ft.dk/samling/20151/spoergsmaal/s831/svar/1308912/1612549.pdf

http://www.ft.dk/samling/20151/spoergsmaal/s832/svar/1308914/1612557.pdf

http://www.ft.dk/samling/20151/spoergsmaal/s833/svar/1308916/1612566.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder