Tá ið russiska skipið Atlantic Hermes, har Elias Christoffersen í Sandavági er skipari, í morgun var ávegis inn at landa, við vesturstrondina í Africa, var eitt útslag á radaranum, teir kannaðu tað, og tað vísti seg at vera ein koppaður glastrevjabátur, har 4 mans sótu á kjølinum - tað var um 10-tíðina í morgun - teir 4 mennirnir høvdu tá sitið í 15 tímar á kjølinum.
Mob-báturin varð settur út, men ringt var at sigla, tí nógv lína og boyur flutu rundan um bátin, tað eydnaðist tó at fáa allar 4 mennirnar av kjølinum í øllum góðum og umborð á russiska trolaran.
Elias segði við JN.fo, at tað vísti seg, at 7 mans høvdu verið við bátinum, sum koppaði. Tá ið báturin fekk slavsíðu leyp skiparin niður í maskinrúmið, men hann sást ongantíð aftur, hinir báðir, sum ikki komu aftur, svumu burtur frá koppaða bátinum.
Teir 4 mennirnir, sum vórðu bjargaðir meta, at báturin hevði ov nógv á dekkinum - og tí koppaði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald