Ítróttur

Føroyskur hondbóltur kann

...

2015-03-14 14:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF.fo skrivar: U17-kvinnurnar vunnu! Fyrsti EM-undandysturin hjá føroysku U17-kvinnunum á heimavølli á Hálsi endaði við einum fantastiskum 25-24 sigri á okkara grannum úr Íslandi.

Liðini fylgdust í byrjanini av dystinum, men føroyska liðið hevði eina góða periodu í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, og var støðan í hálvleikinum 13-11 til Føroyar. Føroyska liðið koma eisini fram um 17-14 í seinna hálvleiki, men ein mansverja av Marionnu Eystberg tók broddin av føroyska álopsspælinum eina løtu, og vunnu íslendingar seg fram um 21-20 tá 56 min. vóru farnir. Seinastu minuttirnar kókaði ein fullsett høll á Hálsi, sum var vitni til ein endaspurt við einum føroyskum brotskasti, 2 min. til íslendskan leikara, eina góða føroyska verju og Magnu Tórðardóttir, sum setti seinasta málið inn frá spískum. Ein fantastiskur dystir, har føroyska liðið vísti framúr stríðsvilja og vinnaraanda.

Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 6, Ida Norðfoss 5, Gunnfríð Pálsdóttir Nólsoy 3, Jancy Jacobsen 2, Beinta Bárðardóttir 2, Tóra Eliasen 2, Katarina Høj 2, Maria Halsdóttir Weyhe 2, Magna Tórðardóttir 1

Fyrri EM-undandysturin á Hálsi í dag millum Russland og Kekkia endaði 34-17 til Russland eftir 18-10 í hálvleikinum. Tað er lítil ivi um, at Russland er sterkasta liðið í bólkinum og koma hini liðini at hava ringt við at gera nakað við tær.

Í dag spæla Russland og Ísland kl. 17.00 og Kekkia og Føroyar kl. 19.00.

Síggjast í høllini!

Sí eisini myndir frá dystinum millum Føroyar og Ísland her.

Sí eisini myndir frá dystinum millum Kekkia og Russland her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder