Ítróttur

Føroyskur fjallasúkklari á sigurspallin í Danmark

...

2013-10-11 13:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gongst stak væl hjá bronsuvinnaranum frá Bermuda í fjallasúkkling Helga Winther Olsen í Danmark. Fyri stuttum luttók hann í kappingini um danska meistaraheitið í sokallaða XCM. Hetta merkir Cross Country Marathon, og eru kappingar sum vara í minst 3 tímar. Helgi gjørdist nummar 8 til DM aftaná 4t15min á súkkluni smáar 28min aftaná vinnaran, sum var nógv sterkastur.


Í vikuskiftinum eydnaðist enn betri, tá Helgi bardi seg allan vegin fram á sigurspallin í marathonkappingini Kongesporet, ið var hildin í Roskilde. Frá byrjan slapp ein bólkur við 5 súkklarum undan, og Helgi endaði sum fremsti maður í næsta bólkinum.


???Eg misti bólkin, tí ein veikari súkklari var komin í millum meg oghinar sterkastu. Tá vit komu á fyrsta tekniska partin av rutuni, var hann ov veikur at sita við, og so kom hol. Tað bar mær ikki til at yvirhála har, og tá eg so endiliga slapp framvið, var holið ov stórt til at eg kundi koyra tað innaftur.???

Síðani trýsti Helgi á, alt tað hann var mentur.


???Eg mátti ásanna, at eg var nógv sterkastur, av teimum, ið vóru í mínum bólki. Tí legði eg meg fremst, og setti ferðina so høgt eg sum eg metti eg orkaði at halda allan vegin. So smátt duttu hini burturúr. Tá vit næst seinastu ferð aftaná 3.5tímar komu inn á tekniska sporið, setti eg á. Tá máttu tey síðstu í bólkinum eisini sleppa.???


Í bólkinum frammanfyri var tað sama skil. Tveir vóru slopnir undan og restin vóru dotnir frá. Helgi helt so mikið høga ferð, at hann innheintaði og fór framum tríggjar mans og at enda kom á mál aftaná 4t36min á einum sera flottum 3. plássi bert 15min aftaná vinnaran.
26. oktobur kemur Helgi heim at royna seg í kappingini um føroyska meistaraheitið á langa teininum. Meira sæst um hesa kappingina á heimasíðuni hjá Fjallasúkklufelagnum, www.mtb.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder