2016-07-05 19:49
Føroyska U18-kvinnulandsliðið tapti triðja dystin í European Open. Mótstøðuliðið í dag var Russland. Endaliga úrslitið gjørdist 22-10 til Russlands, eftir 10-7 í hálvleikinum.
Føroysku kvinnurnar byrjaðu dystin sera væl og fylgdu væl við sterku russisku kvinnunum upp til 7-7, tá okkara við tveimum útvísingum mistu takið. Í seinna hálvleiki runnu tær russisku frá okkara og gjørdist munurin tískil heldur stórur.
Føroysku málskjúttarnir móti Russlandi:
Marianna G. Eystberg 3
Tóra Eliasen 2
Siw Matras Larsen 1
Magna Tórðardóttir 1
Maria H. Weyhe 1
Rannvá Dahl Hanusson 1
Súna Krossteig Hansen 1
Í gjár gjørdust úrslitini:
Føroyar - Spania 12-19
Føroyar - Kekkia 12-11
Føroyar - Kekkia 12-11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald