Vinna

Føroysku svartkjaftaskipini royna í ES-sjógvi og altjóðasjógvi

...

2019-02-10 18:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Eftir at fiskiskapurin eftir svartkjafti minkaði burtur í einki í føroyskum sjógvi, eru skipini farin í ES-sjógv og í altjóða sjógv at royna.

Í kvøld eru: Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg og Norðingur í ES-sjógvi á umleið 58,4N og 8,1V, eisini er Jupiter ávegis har at royna.

Fagraberg og Borgarin royna í altjóðasjógvi á umleið 49,3N og 14,5V, har royna nøkur íslendsk og russisk skip eisini.

Vit hava ikki frætt hvussu gongst hjá teimum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder