2017-01-05 11:07
Føroysku skipini, sum hava roynt eftir makreli vestur út Hetlandi, hava havt rokfiskiskap seinasta døgnið.
Tróndur í Gøtu, Tummas T og Norðingur sigla øll til Føroyar, tey hava partrolað við ávikavíst Baki, Stelki og Vestmenningi.
Tróndur verður á Tvøroyri kl. 16 í dag við góðum 1.100 tonsum, seinni í kvøld kemur Tummas T. á Tvøroyri við 1.150 tonsum og Norðingur kemur á Kollafjørð seint í kvøld við 1.360 tonsum.
Tróndur í Gøtu og Bakur gjørdu 2 tov, tað gjørdu Tummas T. og Stelkur eisini, ímeðan Norðingur og Vestmenningur gjørdu 3 tov.
Tað er gott veður á leiðini har suðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald