Í desember i 2015 fingu vit beskeð frá Russum, at vit ikki høvdu loyvi at fiska so langt norði har sum vit fiskaðu tá , hetta hóast vit hava fiska har i nøkur ár uttan nakaran trupuleika av hesum slag
Orsøkin søgdu teir at ongin fiskuvinnulóggáva var fyri hetta økið so langt norði,
Nú (Okt 2016) ligga øll tey Russisku rækjuskipini á hesum sama økið, (hóast teir aldrin sjálvir hava fiskað har fyrr)
Vit, sum hentir idiotar, hava funnið teimum hesa leið, og verða síðan blakaðir út, og teir lata síni skip fiska har uttan nakað, tvs sama lóggáva er ikki galdandi fyri teir sjálvar sum okkum ???
Aftrat hesum sigla hesir somu Russar júst sum teir vilja uttanum tjekkpunkt inn og út úr Svalbardsøkinum og yvir í Russiskt økið uttan nakað, hetta kemur als ikki uppá tal hjá okkum at fáa loyvi til, men vit mugu sigla eini 1500 sm extra pr túr
Omaná alt hetta fiska Russar undir Føroyum uttan nakra sum helst avmarkingar, hvørki tjekkpunkt/stongd øki ella eftirlitsmann fyri teir, tá teir fiska í Føroyskum økið.
Sum rosinan i pilsendanum verður hetta brúkt ímóti okkum, at vit klára ikki at fiska okkara Russisku kvotu
Føroysku mynduleikanir hava áhaldandi roynt at spurt hvat hetta er fyri nakað, men teir fáa als ikki svar
Sigur Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald