Politikkur

Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum ikki samdir um Palestina

...

2014-10-29 23:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

"Verður hetta uppskotið samtykt, so hevur Norðurlandaráðið eitt forkláringsproblem," segði Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, undir orðaskiftinum sum var í Norðurlandaráðnum í gjár.

Tað var tá eitt uppskot um at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat varð viðgjørt, at Helgi Abrahamsen vísti á trupulleikan, sum Norðurlandaraðið kann róta seg í.

Norðurlandaráðið fyri norðurlond

"Tað finnast trý sjálvstýrandi øki í Norðurlondum: Føroyar, Áland og Grønland. Hesi londini hava fleiri ferðir søkt Norðurlandaráðið um sjálvstøðugan limaskap í ráðnum, men hava higartil fingið noktandi svar. Tað respekteri eg," segði Helgi Abrahamsen. "Men um Norðurlandaráðið nú fer at viðurkenna eitt sjálvstýrandi øki í Miðeystri sum stat, samstundis sum ráðið ikki viðurkennir sjálvstýrandi londini í Norðurlondum sum limir, so hevur Norðurlandaráðið eitt forkláringsproblem, tí Norðurlandaráðið eigur fyrst og fremst vera fyri Norðurlond," segði hann.

Tað er Vinstri-grøni bólkurin, har hin føroyski norðurlandaráðslimurin, Høgni Hoydal, er formaður, sum hevur lagt uppskotið fram, men orðaskiftið í gjár vísti, at uppskotið hjá Vinstra-grøna bólkinum hevur lítlan møguleika at verða samtykt.

Fundirnir í Norðurlandaráðnum hesa vikuna eru í Ríkisdegnum í Stokholm.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder