Ítróttur

Føroysku kvinnurnar hava spælt seg til EM-undankappingina

...

2017-06-11 14:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF skrivar: Føroyar vunnu á Finnlandi og hava har við spælt seg víðari til EM-undankappingina. Dysturin endaði 20-17.

Tað gekk striltið hjá Føroyum at koma í gongd. Finnland legði seg á odda beinavegin við trimum málum, men so raknaðu okkara kvinnur við og vístu, hvat var betra liðið. Føroyar løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki og hildu leiðsluna til síðsta bríksl. Hálvleiksstøðan var 8-5 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki kom meira ferð á málskjótingina á báðum síðum, tó við Føroyum omaná. Finnland hálaði seg tvær ferðir upp á ein eittmálsmun, men føroysku kvinnurnar stríddust væl og svaraðu hvørja ferð aftur.

Eitt flott avrik av okkara hondbóltskvinnum!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder