Føroya Ríðingarfelag: Ryssan Salka frá Tindsgarði sum Knút Lútzen eigur, hevur fingið tann heiður at fáa hægsta kynbótadóm fyri fýra ára gamlar íslenskar ryssur í Danmark í 2015.
Karakterur var 8,07 sum er sera flott úrslit fyri so ungt ross.
Salka er undan ryssuni Drotning frá Leirubakka sum Knút Lútzen eigur og greðinginum Glotta frá Sveinatungu sum sami Knút Lútzen eigur saman við Hoygarðs-hestum í Hirtshals.
Knút Lútzen er sjálvandi sera fegin um góða úrslitið, men sigur hetta broytir ikki um tað, at ætlanin er enn at taka Salku heim til Føroyar um eini tvey ár, tá hon er fult vand. So verður so nakað hjá føroyskum rossafjepparum at gleða seg til.
Tað er Jóanis í Hoygarðinum sum hevur tamt og vant Salku frá Tindsgarði. Íslenski Jakob Svavar Sigurddson reið Salku til flotta kynbótadómin.
Ítróttur
Føroyskt ald ryssa besta kynbótadóm í Danmark
...
2015-11-27 03:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald